Álvara tos!

Christian M. Poulsen

 

Vóni ikki, eg eri einasti havnarborgari, ið fær andaligan sveitta innantanna. Eitt er, at tryggingin fekk loyvið at neyðtaka Kongabrúnna við hjálp frá Tórshavnar Kommunu, men at hugsa sær, at eitt nýtt tinghús í trimum hæddum við brúgv yvir á Tinganes skal fremjast er so flúgvandi ørligt, at bert pre-dement fólk kunnu hugsa so.

Allir føroyskir skattgjaldarar hava goldið fýrs milliónir fyri at umvæla verandi tinghús, umframt at lønir tingmanna eru hækkaðar. Skulu vit nú aftur gjalda 120 milliónir næstu neyðtøkuna?

Um nýtt tinghús skal byggjast, væl verið krovini í tykkum, flytið tað til Sands, Hovs ella Oyrarbakka, bara ikki á leivdirnar á Kongabrúnni!

Heðin og Edmund, farið heldur og spælið matador! Ein gløgg kvinna segði einaferð: "Tað, ið býtt er, tað býtt ger." Álvara tos, hugsið tykkum um!