Álvarsamt skemt í Sjónleikarahúsinum

Sjónleikarahúsið byrjaði nýggja túsundárið við álvarsemi. Cabarét Óli P. - ár 2000 ár veg er eingin Ólavssøku- ella studentakabarett.

Leikurin hjá Gullu Øregaard og Óla Petersen er ein ferð gjøgnum kreppuna í 90-unum. Ein sorgarleikur, sum kortini ikki er syrgiligur, tí at hann verður borin uppi av humori og satiru, sum viðhvørt er bítandi hvøss.

Kabarettin er ein blandingur av sjónleiki og sangleiki. Talan er um brot, smáar sketjur, sum ein frásøgumaður - ein íspegil - skal binda saman í eina heild.


90-ini og kreppan

Leikurin sigur søguna um familjunar, sum noyddust at rýma frá húsi og heimi. Um tann hjartaleysa kapitalistin og ríkmannafamiljuna, sum fer á skíferiu til Eysturríkis í gyltum gullbúnum, men fer so syrgiliga av døgum í ferðsluvanlukku. Vit hitta drykkjumannin, sum hoknar undir byrðuni og politikararnar, ið høvdu ábyrgdina.

Frásøgnin er merkt av orðknøppu viðmerkingunum hjá Óla P. Í mongum førum er frásøgnin flutt í tíð og staðið, sum t.d. tá vit síggja politikararnar verja seg mótvegis fólkinum. Her eru høvundarnir eftir øllum at døma farnir heilt aftur í rómverjatíðina, og í hesum broti hevur leikurin ein farra av Jesus Christ Superstar yvir sær.


Strikurnar hjá Óla

Strikurnar hjá Óla P. síggjast aftur í leikinum. Inn ímillum eru brot, sum næstan kundu staðið á baksíðuni á Sosialinum. Og tú kennir typurnar aftur. Føroyingin í posatroyggju. Keppin. Ballið í munnklovanum. Og so Balleba, sum allatíðina kemur bóltandi inn á pallin.

Tónleikurin er eisini ein týdningarmikil táttur í Cabarét Óli P - ár 2000 á veg. Leikurin byrjar við einum samtíðarkvæði, sum Jógvan Bærentsen hevur yrkt og Knút Olsen hevur sett lag til. Haraftruat er annar nútímans tónleikur og aðir tekstir eftir Gunnar Hoydal, Una Arge, Martin Joensen og Knút Olsen.

Og sum vera man eru dansigentur við í eini cabarét. Og tá beinini speika upp ímóti R.C Effersøe kennist tað sum at Sjónleikarahúsið er blivið til eina westernsalong.

Cabarét Óli P - ár 2000 á veg særir ongan og peikar ikki á ávísar syndabukkar. Her eru øll meira ella minni offur.