21 ára gamli Bjørn Ihler, sum yvirlivdi hópdrápini, sum yvirgangsmaðurin og drápsmaðurin, Anders Behring Breivik framdi á Utøya, kom væl frá at greiða frá sínum upplivingum, sum hann hevði feigdardagin tann 22. juli í 2011 á Utøya uttanfyri Oslo.
Bjørn Ihler bjargaði tveimum smádreingjum. Hann segði, at hann hevur roynt ikki at vitja hesar báðar smádreingirnar ov ofta, fyri ikki at minna teir á tann ræðuliga dagin. Bjørn Ihler heldur, at Utøya átti at verið eitt minningarstað hjá øllum norðmonnum, og ikki bara fyri limirnar í norska arbeiðaraflokkinum. Bjørn Ihler lesur í dag í enska býnum Liverpool, og hann sigur, at tað er gott fyri hann at hava eina fjarstøðu til Oslo og Utøya.
Undir greinini ber til at síggja kykmyndirnar vit tóku av samrøðuni, sum Eyðun Klakstein hevði við Bjørn Ihler í sendingini "Hvonn Live" á Rás2 fyrr í kvøld.
Samrøðan er í tveimum pørtum.