Álvarsligar skuldsetingar sum ongar próvførslur eru fyri

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
?????
Í konjukturfrágreiðingini fyri oktober 2004 leggur Búskaparráðið harðliga eftir alipolitikkinum hjá Vinnumálaráðnum í síni heild og ákærir Vinnumálaráðið fyri ikki at hava tikið neyðug stig at seta í gildi tiltøk til smittuverju og handfaring av sjúkuraktu alingini.
Lagt verður fyri við at siga, at:
? Í teimum trimum týdningarmestu útflutningsvinnunum eru í dag trupulleikar, sum millum annað stava frá politiskari misrøkt.

Síðani verður alivinnan viðgjørd serstakt, og sigur Búskaparráðið (BR) millum annað:

1.Eitt er at prísirnir falla og ILA sjúka kemur í fiskin. Men at tað skal ganga so long tíð til myndugleikarnir seta hóskandi reglur fyri vinnuna, ber brá av tí sama ? at atlit meira verða tikin fyri teimum fyritøkum, sum rekavinnu, enn fyri vinnurakstur sum heild.
2. Um heystið í 2000 fekk landsstýrið eitt rimmar varskó í frágreiðingini frá norsku fyritøkuni Akvaplan, sum...... mælti til munandi minking í aldu nøgdunum eins og nágreinilig tilmæli um brakklegging og annan umhvørvisverndarligan atburð.
3.At henda frágreiðingin ikki fekk tær avleiðing-ar hon átti fyri alipolitikkin.
4.Ikki fyrr enn um nýggjársleitið í 2003 fekk Vinnumálaráðið sett í gildi nýggjar og herdar reglur...
5....støðan við stórum arbeiðsloysi og húsagangi í hesi vinnu var partvís óneyðug, um stig vóru tikin sambært serfrøðingaávaringum..
6.Alt bendi á, at upplýsingarnar um umhvørvisstøðuna hava verið
Vinnumálaráðnum í hendi longu á sumri 2000 ? og kanska áðrenn tað.

Skuldsetingarnar frá BR eru álvarsligar, samstundis, sum ongar próvførslur eru fyri niðurstøðunum.
Vinnumálaráðið (VMR) hevur tí gjørt frágreiðing um støðuna í alivinnuni farnu árini. Frágreiðingin lýsir greitt, hvussu illa grundaði sjónarmiðini hjá BR eru, og metir VMR tað vera átaluvert, at alment ráð uttan himpr ákærir politiskan myndugleika/ aðalráð fyri at misrøkja síni starvsøki, uttan at BR hevur ómakað sær at kanna veruligu gongdina í hesi strongdu vinnu. Samanumtikið hevur VMR hesar viðmerkingar til frágreiðinga hjá BR:

?at BR ikki vendi sær til VMR ella Veterinærdeildina áðrenn álvarsligu skuldsetingarnar í frágreiðingini,
?at BR vevur saman umhvørvisvernd og sjúkuniðurberjing,
?at BR nýtir tilráðingar-nar í AkvaplanNiva (APN) frágreiðingini skeivt, umframt at BR brúkar umhvørvisstøð-una í alibrúkunum sum grundarlag fyri sínum atfinningum á veterinæra økinum,
?at BR ikki tekur støðu í, at øll alibrúk leingi hava verið umhvørvisgóðkend.
?at øll kryvjivirki eru eisini umhvørvisgóðkend,
?at úrslitið av av fyrireikandi arbeiðinum á umhvørvisøkinum, íroknað APN-kanningini var, at HS fann leist við støði í markvirðum at regulera umhvørvisárini eftir,
?at HS síðani 2001 javnan hevur steðgað alibrúkum, orsakað av dálking ella vantandi botnkanningum, og harvið hava mong aliøki síðani ligið brakk,
?at tað kann vera skoytt uppí, at umhvørvisparturin av HS og harvið APN var/er ábyrgarøki hjá landsstýrismanninum i umhvøvismálum,
?at kunngerðir á veterinæra økinum hava verið í mong ár, og at síðani 2001 eru hesar lógir og kunngerðir settar í gildi:
1.Ll. nr. 16 frá 23.02. 2001 um djórasjúkur, íroknað ILA (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóra-úrdráttum).
Sum setti úr gildi:
a)Lov nr. 36 af 28.02. 1908 for færøerne om foranstaltninger mod smitsomme sygdomme hos husdyrerne m.m., sum seinast broytt við Ll. nr. 110 af 29.07. 1995, og
b)Ll. nr. 26 frá 30.04. 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, sum seinast broytt við Ll. nr. 87 frá 28.05.1996.
2. K. nr. 106 frá 03.07. 2001 um minimumstiltøk í sambandi við niðurberjing av ávísum sjúkum hjá akvakulturdýrum, íroknað ILA.
3.K. nr. 113. frá 15.08. 2001 um sølu, inn- og útflutning av akvakultur-dýrum og -úrdráttum.
4. K. nr. 72 frá 26.07.2002 um sóttreinsing av frárensluvatni frá akvakultur-brúkum og akvakulturvirkjum v.m.
Som setti ur gildi:
a)K. nr. 96 frá 12.11.1991 um sóttreinsan av lívrunnum burtur-kasti, skolivatni og blóðvatni frá alivinnuni.
5. K. nr. 98 frá 08.07. 2003 um flutning av akvakulturdýrum v.m.
Sum setti úr gildi:
a)K. nr. 105 frá 03.07. 2001 um flutning av akvakulturdýrum v.m.
6. K. nr. 130 frá 23.12. 2003 um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA).
Sum setti úr gildi:
a)K. nr. 97 frá 8.07.2003 um niðurberjing av ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA),
Sum setti úr gildi:
b) K. nr. 98 frá 12.06.2001 um niðurberjing av ILA (Infectious Salmon Anaemia, ISA).
7. Kunngerð nr. 131 frá 23.12.2003 um sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum.

Umframt reglur, ið hava verið ella eru klárar at fara til hoyringar:
8. Uppskot til kunngerð um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA).
Sum kemur í staðin fyri:
a) K. nr. 130 frá 23.12. 2003 um niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious salmon anaemia, ISA).
9. Uppskot til kunngerð om koppseting móti ILA.
10.Uppskot til kunngerð om niðurberjing og yvirvøku af VHS og IHN í akvakulturbrúkum.
11.Uppskot til kunngerð um niðurberjing og eftirlit við BKD (Bacterial Kidney Disease).
12.Uppskot til kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur av lívfiskastøð-um.
13.Uppskot til kunngerð um sjúkufyribyrgjandi rakstur á smoltstøðum.

Harumframt hevur Vinnumálaráðið/Veterinerdeildin síðani 2001 gjørt fleiri enn 10 kunngerðir, m.a. um innflutning av djórum og animalskum produktum, innaneftirlit, non-food produkt v.m. í sambandi við veterineravtaluna frá 2001 millum Føroyar og ES.

?at VESO frágreiðingin, sum varð almannakunnug í november 2001, gjørdist grundarlag fyri framhaldandi arbeiðinum fyri broyttum og nýggjum kunngerðum á aliøkinum, og at tað tí er beinleiðis villleiðandi at siga, at VMR ikki fyrr enn við árslok 2003 setti í gildi nýgjar og herdar reglur.
?at VESO frágreiðingin ikki nevnir, at tað er neyðugt at minka um framleiðsluna av alifiski fyri at fyribyrgja smittu.
?at VMR hevur nýtt norsku fyrimyndina í fyribyrging av ILA, sum varð mett at vera samanrenning av tí veterinert forsvarliga og fíggjarliga møguliga.
?at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í 2000 skipaði fiska- og djórssjúkudeild,
?at fíggjarar av alivinnuni og vinnan sjálv, umframt viðtiknu karmarnar, hava gjørt veterinerar metingar, áðrenn fígging í hvørjum einstøkum føri er veitt alarum.
?at VMR bert kann gita um, hvørt skotska handfaringin av ILA hevði munað betur hjá okkum, enn nýtta norska. Fullkomin "skotsk" hevði lagt alla alingina lamna,
?at ólukkuliga støðan í alivinnuni er orsakað samanrenning av nógvum óhepnum umstøðum,
?at sjúkstøðan í alivinnan gjørdis eitt satt hóttafall og at vinnan í longri tíð hevur selt fyri undir framleiðslukostnað, og at tað soleiðis gjørdist álvarsligur steinur omaná byrðu fyri vinnuna,
?Føroyar hevur sum fyrsta land í august 2004 fingið eina ES góðkenda tilbúgvingarætlan fyri ILA og eina ES góðkenda ætalan fyri koppseting móti ILA. Hetta merkir, at til ber at koppseta smolt á vári 2005.
?osfr.

Omanfyrinevndu viðurskifti lýsa margfaldnið í viðurskiftunum í alivinnuni.
Vónandi gevur yvirlitið, saman við frágreiðingini eina fatan av, hvussu veruliga gongdin í umsitingini innan aliøkið hevur verið farnu árini.