Álvarsligir vatntrupulleikar í Hoyvík

Eitt brostið rør hevur elvt til álvarsligar vatntrupulleikar í Hoyvík

Í nátt mistu fólk í Hoyvík vatnið, men einki var fráboðað um hetta frammanundan, so tað kom óvart á hoyvíkingar.

Viggo Christiansen, vatnmeistari hjá Tórshavnar Kommunu, sigur, at talan var um, at eitt rør brast í høvuðsvatnleiðingini á Vegnum Langa í Hoyvík.

-       So vit hava havt ein heilt alvorligan leka í nátt, sum okkara fólk beinan vegin fóru út at arbeiða uppá. Tað hevði við sær, at vit noyddust at skrúva fyri vatninum nógvastaðnis í Hoyvík, og tað hevur serliga ávirka ovara partin av Hoyvíkini, sigur Viggo Christiansen.

Hann greiðir frá, at fólk hjá vatnverkinum arbeiða við trupulleikanum í løtuni, og at nógv hava fingið vatnið aftur.

-       Vit vóru noyddir at leiða vatn umvegis onnur rør og tillaga trýst og annað, meðan vit arbeiða við lekkanum. Men tað er ikki komið heilt í rættlag enn, og eg dugi ikki at siga her og nú, nær tað verður. Men vit fara at kunna um hetta, tá ið vit vita nærri, sigur Viggo Christiansen.