Heilt tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan boð um eitt harðskapsmál í náttarlívinum.
Løgreglan sigur, at talan er um álvarsligan harðskap har ein ungur maður varð so illa hagreiddur, at hann mátti á Landssjúkrahúsið til viðgerar.
Løgreglan sigur, at tey hava reist málið sum eitt mál um harðskap og at tey eru í ferð við at kanna málið.
Løgreglan hevur avhoyrt nøkur fólk, sum vóru hjástødd og tey hava enn fleiri fólk, sum skulu avhoyrast, áðrenn tey draga saman um.