Hundraðtals dreingir úr øllum býnum komu tá saman til eina góða løtu, har ið skrivarin í KFUM, Jóhannes Álvheygg við sínum blíða og fyrikomandi máta tók ímóti teimum.
Fast var at byrja við sanginum "Jesus besta navni er", og lítil ivi man vera um, at nógvir havnadreingir í einum ávísum aldri munnu duga henda sangin enn, sjálvt 40 ár seinni.
Ein fastur táttur í hesum kvøldum var ein góður filmur - svart/hvítur sjálvandi - men tað bilti ikki so nógv, tá filmar sum "Flyvende Øje" og "Palle alene i verden" vórðu vísti.
Nógv er broytt síðani hesa glæsiligu tíðina hjá havnardreingjum. Í 1975 fór Jóhannes Álvheygg, ella bara Álvheygg sum hann varð nevndur á mannamunni, í starv sum skrivari hjá Bláakrossi, og tey seinnu árini hevur hann búð í Danmark.
Nú er hann komin aftur til Føroyar at vitja, og hóast hann er farin væl upp um tey 80 árini – hann er í roynd og ver vorðin 87 ára gamal - bilar tí blíða sinninum einki.
Í hesum føri kundi hann hugsað sær at hitt nakrar av dreingjunum aftur frá tíðini tá dreingjamøtini vórðu hildin - og gjarna aðrar við.
Hetta verður møguleiki til nú hóskvøldið klokkan 19:30 - í KFUM, sjálvandi.