Lydia er dóttir Elsebeth Frederikku f. Poulsen av Neyst í Hvalba og Hans Hendrik Eide Hansen av Eiði.
Í 1950 giftist hon við Eliesar Arge og eiga tey døturnar Honnu, sum býr í Ísrael og Sigrid, sum býr í Havn. Lydia eigur 6 ommubørn, Jael, Ruth og Alon Eliesar og Sáru, Onnu Katrinu og Honnu Elisu.
Hon er uppvaksin í Keypmannahavn, har hon fekk sær útbúgving sum barnarøktari og sjúkrasystur.
Mitt í 60-unum flutti familjan til Føroya, tá Essa varð settur í starv á Landssjúkrahúsinum.
Lydia var við til at stovna fimleikafelagið, Ljósið, og hevur hon sjálv undirvíst har øll árini.
Lydia er serstakliga áhuga í samfelagsviðurkiftum, og hon hevur ikki hildið sína hugsan fyri seg sjálva, men gjøgnum árini verið ein íðin lesarabrævaskrivari.
Hon er sera virkin kvinna og hevur fingið nógv álitisstørv litin í hendur.
Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni.