- Tað, sum ger, at vit nú fara at roykja makrel og sild, og at vit nú kunnu veksa um okkara virksemi, er, at vit fingu menningarkvotu. Vit vilja menna nýggjar vørur og soleiðis lyfta føroyskar fiskavørur á eitt hægri støði.
Tað sigur Jóhannus M. Olsen, ið er annar av kendu monnunum aftan fyri Sjógæti við Norðskála, sum hevur fingið makrel og sild sum menningarvotu til eina forvitnisliga ætlan við royktum makrel-og sildavørum.
Hin kendi maðurin, vit hugsa um, er Hans Marius í Byrgi, ið líka sum er kenda andlitið hjá lítla virkinum við Norðskála úteftir. Tað munnu vera mong, ið hava sæð og skift orð við mannin, tá hann hevur staðið og selt fisk og kips.
Men, tað eru hvørki Jóhannus M. Olsen, ei heldur Hans Marius í Byrgi, sum halda, at menningarkvoturnar, sum virkið hevur fingið tey næstu árini, eru nøkur sjálvfylgja, sum tíðin gongur.
- Nei, okkara mál er, at tá tíðarskeiðið, vit fáa menningarkvotu, er runnið, skulu vit verða førir fyri at keypa tað tilfeingi, sum vit skulu brúka í framleiðsluni í kapping við aðrar á marknaðinum, sigur Johannus M. Olsen, sum hevur brúkt nógvar tímar á Eiði seinastu mánaðirnar.
Fyri at hava umstøður at gera nakað burtur úr menningarkvotunum, keypti Sjógæti saman við Palla hjá Marionnu og North Pelagic um ársskiftið virkið hjá Vaðhorn Seafood á Eiði.
Tað verður her, at verkætlanin við makrelinum og sildini hjá Sjógæti verður førd út í lívið, og tað verður her, at Sjógæti kemur at veksa um sítt virksemi, sum virkið og veitarin longu er kent fyri.
Partarnir í samstarvinum um keypið av virkinum á Eiði eiga ein triðing hvør, men tað verður Sjógæti, sum kemur at standa fyri rakstrinum og virkseminum á Eiði, og North Pelagic kemur at marknaðarføra og selja royktu fiskavørurnar, sum verða framleiddar á Eiði.
Tey 1000 tonsini av makreli og 500 tonsini av sild, sum Sjógæti fekk í menningarkvotu í fjør, eru fiskað, og fiskurin liggur á goymslu í Ánunum. Tað eru skip hjá Kristian Martini og synum, sum fiska menningarkvotuna fyri Sjógæta.
Framleiðslan av royktum vørum á Eiði verður soleiðis úr frystum uppsjóvarfiski, sum verður tiðnaður so hvørt og síðan royktur á virkinum. Tá alt er klárt og er komið upp at koyra, verður støðugt arbeiði til eini 20-30 fólk á virkinum á Eiði.
Tá Sjógæti ikki er eitt av teimum stóru fiskavirkjunum, er tað ein stór íløga, sum lunnar nú eru lagdir undir á Eiði, og tí vóna eigararnir sjálvsagt eisini, at tingini kunnu fáast at hanga saman beinanvegin.
Jóhannus M. Olsen sigur, at tað eru menningarkvoturnar, ið Sjógæti fekk tillutaðar, sum gera tað møguligt hjá fyritøkuni at byggja virksemið út. - Vit hava nú í fleiri ár arbeitt við meirvirking við Norðskála, og her hava vit eisini roykt fiskavørur, men tað er greitt, at umstøðurnar á lítla virkinum eru avmarkaðar.
Síðan hetta árið byrjaði, hevur verið arbeitt við at rigga virkið á Eiði til nýggja virksemið, og Jóhannus M. Olsen dylur ikki fyri, at tað, sum hevur skapt grundarlagið undir, at Sjógæti nú kann veksa um sítt virksemi, er, at felagið hevur fingið lut í menningarkvotum.
- Í framhaldi av tí, vit hava gjørt og framvegis gera, vilja vit menna nakrar vørur úr uppsjóvartilfeingi, sum soleiðis kunnu lyfta føroyskar fiskavørur á eitt hægri støði – okkum øllum at gagni, sigur Jóhannus M. Olsen.
Hann heldur tað hava stóran týdning, at nýggir tankar verða hugsaðir. Við uppsjóvarkvotunum, sum felagið hevur fingið, fara tey at leggja seg eftir vørum, sum marknaðurin vil hava, og tey vilja helst, at hetta eru vørur, sum aðrir framleiðarar í Føroyum ikki hava.
- Tað hevur verið nógv at gjørt á virkinum á Eiði í fyrireikingunum til nýggju avbjóðingarnar. Øll rørskipanin til frystingina er skift, og frystingin er dagførd. Vit hava sett upp tvær nýggjar flakalinjur, eina Bader 184 og eina Bader 189, sum skulu brúkast til hvítfisk – í fyrsta lagi tosk og hýsu, sigur Jóhannus M. Olsen.