Barbara Holm hevur saman við øðrum í Miðlahúsinum skipað fyri einasta tiltakinum í Føroyum seinastu árini, sum burturav hevur fagnað tónleikinum. Men nú er tíðin búgvin at gera okkurt nýtt, metir hon.
- At samstarva um hetta er ein heilt serlig uppliving. Og tað er stuttligt at gera eitt tiltak, sum verður á einum hægri støði. Við Planet Awards høvdu vit eitt tiltak, har tónleikarar fingu viðurkenning fyri tað, teir gjørdu. Vit vita, at teir hava verið glaðir fyri hetta, men nú fara vit at lyfta tiltakið á eitt hægri støði, sigur Barbara Holm, sum í hesum sambandi vísir á, at samstarvið við Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya er avgerandi.
- Teir báðir partarnir eru ein fortreyt fyri, at hetta ber til. Vit lyfta okkum upp um innanhýsis kapping og taka eitt felagstak fyri tónleikin, sigur Barbara Holm avgjørd.
Hon vísir á, at Føroysku tónlistavirðislønirnar, sum verður 15. mars, er tað tað stóra tiltakið, men at eisini ymiskt annað er á skránni.
- Vit eru sera spent upp á hetta. Og vit fara eisini at gera ymiskt annað, sum varpar ljós á FMA. Millum annað at spæla nógvan føroyskan tónleik, men eisini við sendingum og tiltøkum, sum knýta seg at sendingini, sigur Barbara Holm.