Lyftast má undir lønarlagið

Føroya Pedagogfelag vil hava, at námsfrøðiliga arbeiðið verður raðfest hægri enn í dag, og felagið vísir í yvirlýsing á, at nógv flestu limirnir í felagnum eru kvinnur, og at størsti parturin av teimum er kvinnur í burðarførum aldri.

- Tað er hetta fólkatilfeingið, ið skal føða komandi ættarliðini, sum føroyska samfelagið er í ferð við at reka av landinum, sigur Pedagogfelagið í yvirlýsing eftir aðalfundin leygardagin.

- Skulu vit tryggja støðufestið hjá hesum kvinnum, má lønarlagið lyftast serliga fyri henda fakbólk, sigur Pedagogfelagið, sum heitir á myndugleikarnar um at hugsa um hetta, tá sáttmálasamráðingar aftur skulu verða í heyst.

Pedagogfelagið sigur í yvirlýsingini, at tað er lættari at taka hond um børnini, enn tað er at rætta upp á tey, tá tey eru vaksin, og felagið sigur, at tað eigur at verða eitt samfelagskrav at tryggja, at føroyingar aftur fara at støðast í Føroyum.