Eg skal klænka meg. Eg skal íðka meira ítrótt. Eg skal gevast at roykja. Eg skal eta sunnari.
Ár eftir ár billa vit okkum inn, at vit kunnu gera grundleggjandi broytingar í okkara lívi, tá ið ársskiftið er. Tá ið vit nú fara frá at skriva 2010 til at skriva 2011, hava vit sett okkum fyri, at nú skal vend koma í. Sigarettin skal sløkkjast út – með alla. Grillmaturin skal haldast burtur, so at pláss verður fyri eini gularót og eini banan ístaðin. Og onkrar løtur í lenistólinum framman fyri sjónvarpið skulu avloysast av motiónsløtum.
Trupulleikin er bara, at vit duga ikki serliga væl at halda okkara lyfti. Vit eru ikki íðin og áhaldandi, tá ið alt kemur til alt. Ein kanning av nýggjárslyftum vísur, at fimtahvørt lyfti rýkur fyrstu vikuna av nýggja árinum. Ja, fyrstu vikuna! So langt klára summi av okkum at strekkja okkum.
Summi klára at halda nakað longri, men kanningar vísa eisini, at tað eru tey fægstu, sum í longdini veruliga klára at broyta gamlar vanar, tá ið broytingarnar byggja á nýggjárslyfti.
Kvinnur og menn eru ymisk – halda vit. Men kanska er ikki so stórur munur á okkum, tá ið tað snýr seg um nýggjárslyftini. Ein donsk greiningarfyritøka hevur funnið fram til, at bæði kvinnur og menn geva flest lyfti um at tapa seg. Menn vilja eisini íðka meira ítrótt, meðan kvinnur ynskja sær meira tíð fyri seg sjálvar – kanska behøvast menninir so ikki at ynskja sær tað, men fáa ágóðan av tí.
Tað, sum stendur niðast á listunum, er, at fólk vilja drekka minni, so har verða ikki tær stóru flytingarnar gjørdar um ársskiftið.
Kanska er tað ein roynd at lætta samvitskuna nakað, at vit lova bæði eitt og annað í sambandi við nýggjárið. Ja, vit kenna okkum næstan noydd til tað. Forpliktað. Tíðin fyri nýggjárið er ofta ein tíð, har vit liva í sús og dús. Nógv er at eta og drekka, nógvar veitslur at fara í, gott lív og nógvur hugni. Og so skal rokningin betalast, tá ið januar kemur. So freistast vit til at lova høgt og heilagt, at vit nú skulu broyta lívsførsluna. Men hitin er stokkutur. Og niðurlagið kennist meint – í eina stutta tíð - til vit hava gloymt alt um lyfti og lívsførslu, og aftur eta tað, sum vit hava hug til, og røra okkum so lítið, sum vit plagdu, og ikki geva tí tann minsta tankan – fyrr enn næsta nýggjár.
Tað er kosmiskt komiskt at geva nýggjárslyfti – men kanska besta dømi um, hvussu vit menniskju eru. Vit vilja – kanska ikki gjarna, men neyðturviliga – broyta okkum og betra okkum, men tað heldur sjáldan í longdini.