Lyftið um spælitíð í Næstved lokkar

(SportBoxin - Rás2) Hoyr Finnur Justinussen greiða frá leigusáttmálanum við Næstved

Føroyski framherjin í Fremad Amager, Finnur Justinussen, verður útleigaður til Næstved fram til í summar. Tað boðar felagið frá ígjár.

 

 

- Finnur Justinussen hevur eitt ynski um meiri spælitíð, men tað kunnu vit ikki lova honum. Vit hava gjørt eina avtalu við Næstved, sum er góð fyri allar partar. Vit ivast ikki í, at hann fer at klára seg væl har, sigur ítróttarstjórin í Fremad Amager, Michael Mio.

 

 

Finnur Justinussen hevur í í tveimum førum roynt seg uttanlands, men hevur ikki ordiliga fingið sítt gjøgnumbrot. Heldur ikki á landsliðnum, hevur hann megnað at fingið sítt gjøgnumbrot, men nú er líkt til, at hann fær spælitíð í Næstved, sum spælir í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Finn Justinussen í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

 

Tað eru møguleikarnir fyri spælitíð og ein spennandi kapping um at flyta upp í næstbestu deildina sum hava lokkað Finn at taka av einum leigusáttmála við Næstved.