Tað var á vári í 2018, at norski reiðarin, August Fjeldskår, bílegið sítt triðja skip hjá Vestværftet ApS í Hvide Sande í Danmark.
Hetta er eitt garnaskip, sum sambært sáttmálanum skuldi latast reiðarínum í mars í ár. Men, tá skrokkurin varð sleipaður úr Póllandi, koppaði skipið nakrar fjórðingar úr landi.
Í Hirtshals syrgdu stórir kranar fyri, at skipið kundi lyftast á rættkjøl aftur, og síðan varð skrokkurin sleipaður til skipasmiðjuna í Hvide Sande.
Sambært dagliga leiðaranum á skipasmiðjuni, Ove Kristensen, verður norska garnaskipið væntandi liðugt um miðjan desember í ár.
Nesejenta, sum skipið fer at eita, er 35 metrar langt og fer at kosta umleið 55 miljónir norskar krónur - ella kanska nakað meira, nú norska krónan er so lág.
Tað er kystmagasinet.no, sum ber hesi tíðindi. Tá garnaskipið koppaði í mars, vóru hetta eisini tíðindi í fleiri donskum miðlum.