Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar lýggjari veður, heilt upp í 11 stig hósdagin, men um vikuskiftið verður kaldari aftur.
Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og stundum regn. Hitin millum trý og seks stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri og fyrrapartin regn, annars yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum átta og ellivu stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig, men leygardagin upp í hvassan vind av útnyrðingi og ælingur og kaldari veður.
Trýst á pílin fyri at lurta eftir Petur Skeel Jacobsen.