Lýggjari men meiri vindur um vikuskiftið

Petur Skeel Jacobsen væntar, at hann fer at øtla vindin nakað komandi dagarnar, samstundis sum tað verður nakað lýggjari.

Petur Skeel Jacobsen væntar, at hann fer at øtla vindin nakað komandi dagarnar, samstundis sum tað verður nakað lýggjari.

 

Seinnapartin í dag verður eitt fleyr til gull av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Fríggjadagin veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av eystri og regn. Hitin millum átta og ellivu stig.

 

Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 10 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður frískur vindur av útnyrðingi, turt og sólglottar. Mánadagin frískur vindur av útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum sjey og 11 stig.