Súkkling
- Eg skilji nú, hvussu Lance Armstrong hevur havt tað teir mongu dagarnir, sum hann súkklaði í gulum. Og mín virðing fyri honum økist fyri hvønn dag.
Soleiðis fullu orðini, tá Michael Rasmussen kom á mál mikudagin, tá hann í imponerandi stíli trampaði einsmallur niðan eftir Col d’Abisque. Talan var um seinastu veruligu fjallaetapuna á Tour’inum, og við at fara einsamallur um málið staðfesti Rasmussen, at hann í ár var tann sterkasti av øllum í Tour de France. Enn er ein einkultstartur eftir í kappingini, men munurin niður til næstu súkklararnar var nú somikið stórur, eingin mundi ivast í, at Rasmussen eisini stóð í gulum, tá súkklararnir skuldu upp á pallin við Champs Ellysses.
Leyg um Mexico-ferð
Orðini hjá Michael Rasmussen eftir sigurin skuldu síggjast sum ein reaktión upp upplivingina, sum áskoðararnir góvu honum á veg niðan eftir legendariska tindinum. Tí talan var als ikki um klepp og eggjandi róp. Tvørturímóti ýldu og bríkslaðu áskoðararnir. Kanska tí temum ikki dámar, at ein ikki-fraklendingur súkklar í gulum – tað hevur verið sæð fyrr. Men helst eisini tí fáur mundi trúgva, at Rasmussen var reinur.
Doping-ákærurnar hava støðugt fokið um høvdið á dananum, sum fýra ferðir hevur »gloymt« fráboðanarskyldu sína mótvegis dopingeftirlitinum. Og hóast hann ikki er testaður positivur, so fingu ákoyringarnar eyka ferð, tá ein fyrrverandi kenningur greiddi frá, at danin á sinni hevði roynt at fingið seg at smugla okkurt slag av heilivági til Italiu.
Fyri leiðsluna í Rabobank var tað tó vantandi fráboðanirnar, sum fingu bikarið at flóta yvir. Rasmussen hevur støðugt sag, at við seinastu av teimum fýra hendingunum var hann í Mexico, men hetta var tó ikki heilt satt. Herfyri segði fyrrverandi súkklarin og núverandi sjónvarpsfrásøgumaðurin, Davide Cassani, at hann hevði hitt Rasmussen í Italia ein av døgunum, sum hesin annars skuldi havt verið í Mexico. Sjálvur vísti Rasmussen hesum aftur, men sum skilst, so hevur hann tó váttað fyri stjóranum hjá Rabobank, The de Rooy, at hetta var satt.
Og so høvdu Rooy og hansara fólk fingið nóg mikið. Í nátt varð Michael Rasmussen strikaður av luttakaralistanum hjá liðnum.
Ein læra fyri framtíðina
Eingin ivi er um, at skelkurin um hendingina fer at senda sínar ristingar gjøgnum altjóða súkkluítróttina. Men í løtunum eftir, at avgerðin hjá Rabobank var greið, var talan um rósur frá leiðandi persónunum.
Christian Proudhomme hevur fleiri ferðir verið atfinningarsamur mótvegis Rasmussen, og tó at hann ikki staðfestir nakra doping-misnýtslu, so tóktist hann fegin um avgerðina.
- Vit kunnu ikki siga, at Rasmussen snýtti. Men hansara forsømilsir og lygnir kundu ikki verjast meira, segði Proudhomme við AP.
Og forsetin fyri altjóða súkklusambandið, Pat McQuaid, var ikki ósamdur í hesum.
- Eg kann bert taka undir við hesum. Tað er ein politikkur, sum prógvar, at vit hava ikki tolsemi mótvegis doping, og vónandi kann hetta vera ein læra fyri framtíðina, segði hann á tíðindafundinum.
Mynd: Rasmussen
Mynd: Polfoto/AP