Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hans Ellefsen greiða frá nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparáðnum
Ein av liðunum í arbeiðinum at gera várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum varð at finna fram til haldføristalið fyri almenna geiran í Føroyum.
- Haldføristalið, sum vit hava funnið fram til, er minus fimm prosent - ella, at inntøkurnar skulu vera fimm prosent av BTÚ. Umroknað til eina ítøkiliga upphædd, merkir tað, at almennu Føroyar skulu hava eina árliga inntøku á 750 milliónir krónur, sigur Hans Ellefsen, skrivari í Búskaparráðnum.
Ein av høvuðsorsøkunum til døpru tølini, er broytingin í føroysku fólkasamansetingini. Bólkurin av eldri fólkum, ið skulu hava pensjón útgoldna veksur, meðan talið av arbeiðsførum fólki, ið skal tryggja landskassanum inntøkurnar at fíggja pensjónsútgjaldi minkar.
- Í frágreiðingini hava vit framskrivað til ár 2050, og við demografisku avbjóðingunum er greitt, at útreiðslurnar verða munandi hægri. Tískil er neyðugt at finna størri upphæddir at fíggja útreiðslurnar - og tað er har, sum vit hava funnið fram til haldføristalið á minus fimm prosent - ella 750 milliónir krónur árliga, sigur skrivarin í Búskaparráðnum.
Gongdin við støðugt fleiri pensjónistum og færri arbeiðsførum fólkum er eisini at síggja í grannalondunum hjá Føroyum. Størsti munurin er tó, at burðartíttleikin hjá føroyskum kvinnum liggur um 2,5 børn, sum er væl hægri enn í londunum, ið Føroyar vanliga samanbera seg við. Sambært búskaparfrøðinginum sæst hetta tó aftur hjá Føroyum, tí helmingurin av ungum fólki alíkavæl flytur av landinum.
- Vit verða helst noydd at finna aðrar loysnir at koma langtíðarbúskaparligu trupulleikunum til lívs, skulu inntøkurnar hjá almenna geiranum økjast. Eitt hugskot kundi verið tilfeingisgjald á yvirnormalan vinning úr eitt nú fiskivinnuni ella alivinnuni, sigur Hans Ellefsen, skrivari í Búskaparráðnum.