Lykilin til greipuna

Tað eru sjálvsagt fleiri orsøkir til, at B36 í ár kann rópa seg bæði føroyameistara og steypavinnara, men fyrsta og fremsta av hesum er uttan iva, at liðið í ár hevur havt sterkasta leikarahópin

 

Meistarar


At B36 á komandi landsliðsferðini eigur seks mans í hópinum hjá Allani Simonsen, sigur ikki so lítið um, hví liðið í ár gjørdist ein sannførandi føroyameistari, tó at teir leingi fingið ógvuliga harða kapping um oddasessin frá gøtumonnum.

Størsta styrkin hjá felagnum í ár hevur uttan iva verið stjørnusetti hópurin, sum longu undan kappingarársbyrjan viðførdi, at tey allar flestu longu tá peikaðu á árstalsfelagið sum ein ivaleysan komandi meistara. Soleiðis var eisini í blaðnum, Fótbóltur 2001, sum Sosialurin gav út undan kappingini, har fimm út av fimm frásøgufólkum innan fótbóltin peikaðu á B36.


Hali Hallo

Kanska einasta plássið, har B36 ikki hevði nakra veruliga stjørnu, var málverjasessurin, sum av mongum hevur verið mettur sum ein trupulleiki, síðani Egin Høgnesen fyri tveimum árum síðani segði endaliga farvæl.

Eitt nú byrjaðu teir árið í fjør við einum dagslongum leigumáli av Jens Martini Knudsen, men síðani tá hevur eingin ivi kortini verið um, hvør eigur plássið. Tróndur Vatnhamar hevur ment seg við risafetum hesi bæði árini, og sæð burtur frá dystinum á Toftum ? tá var hann sjúkur ? hevur Tróndur verið í málinum allar dystirnar.

Eisini hevur hann so við megnað at sannført síni egnu um, at hann er rætti maðurin til plássið, og lítið er at ivast í, hvør fær størsta klappikórið, tá leikaranøvnini verða rópt til heiamdystirnar. Við inspiratión frá einari ávísari sjónvarpsreklamu plagar vallarvarparin at rópa »í málinum við nr. 16. Hali-Hallo Tróndur Vatnhamar!«.


Stinna verjan

Nú gjørdist umrøðan av málverjanum kanska heldur drúgv. Framman fyri málverjan er eisini ein hin sterkasta verjan í landinum. Eftir at fyrstu dystirnir vórðu nýttir til at finna røttu blandingina, hevur Egil Zachariasen verið stýrimaðurin her, og aloftast hevur tað verið til reint UG. Hann er kanska ikki hin mest eleganti leikarin, men hann er kropsliga sterkur, og tann skjótleikan, sum hann ikki hevur í beinunum, hevur hann hinvegin í høvdinum.

Framman fyri seg hevur sweeparin aloftast havt tveir landsliðsmenn í Pól Thorsteinsson og Arnbirni Danielsen, og slíkir menn nýtast helst ikki nærri umrøðu. Skaðar og leikbann hava tó eisini viðført rokeringar her, og tá hava fyrst og fremst Herbert í Lon Jacobsen og Fróði Clementsen prógvað, at teir avgjørt eru leikarar, sum roknast kann við í framtíðini.


Miðvøllurin er hjartað

Hjartað á øllum liðum er sjálvandi miðvøllurin. Tað er aloftast her, at dystir verða vunnir ella taptir, og hjá B36 hevur talan í ár aloftast verið um sigrar.

Ofta verða teir sonevndu skrellimenninir á miðvøllinum undirmettir. Tað eru ikki teir, sum syrgja fyri teimum vøkru detaljunum, ella týdningarmiklu málunum, men fyri venjararnar er tað av alstórum týdningi við hesum leikarum.

Piotr Krakowski hevur í ár verið í teirri hepnu støðu, at hann hevur átt ikki færri enn tveir av hesum, og báðir hava teir verið millum mest støðugu leikararnar hjá B36 í ár. Talan er sjálvandi um Jan Guttesen og Klæmint Matras, sum hvør í sínum lag hava arbeitt sum hestar í at kalla hvørjum dysti, og harvið syrgt fyri, at fortreytirnar hjá hinum á liðnum hava verið í lagi. Jan hevur longu í fleiri ár verið millum týdningarmiklastu leikararnir hjá B36, og hóast fleiri hava nevnt hann sum landsliðsevni, so er hetta tó ongan tíð vorðið veruleiki. Tað er tað hinvegin longu nú hjá Klæminti, sum verður við á komandi Slovenia-ferðini. Eisini er í hesum sambandi merkisvert, at hóast teir báðir ígjøgnum árið hava verið í einum ótali av nærdystum, so teir til samans bert fingið seks gul kort, og tað sigur eisini nakað um fótbóltsligu dygdir teirra.

Í borðunum hava skiftandi leikarar verið nýttir. Í høgru fyri tað mesta Kenneth Jacobsen og Bjarni Prior. Av hesum hevur Bjarni havt hægsta dystartalið, men sum árið hevur liðið, hevur tað tó verið Kenneth, sum hevur sett seg alt tyngri á plássið.

Vinstru megin hava fyri tað mesta Jens Kristian Hansen og Magni á Lakjuni roynt seg, tó at Heðin á Lakjuni eisini hevur verið at sæð við hvørt. Av teimum báðum fyrru hevur Jens Kristian uttan iva størsta týdningin. Ikki minst tí góða medvit hansara fyri spælinum ger hann nýtiligan á somikið nógvum plássum, soleiðis at hann eisini hevur verið sentralt á miðjuni, umframt at hava spælt í verjuni.


Rómin á køkuni

Álopsmaskinan hjá B36 hevur sum oftast verið hon, sum hevur fingið yvirskriftirnar fram, tá teir tríggir landsliðsmenninir, John Petersen, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni hava sett ferð á. Allir hava teir hvør sínar dygdir, og tað at spælistílur teirra er somikið ymiskur, hevur eisini viðført, at tað hevur torført hjá mótstøðumonnunum at finna nakað einstakt trekk, til tess at steðga liðnum.

At siga akkurát, hvør teirra hevur havt størstan týdningin, er nærum ein ógjørlig uppgáva. Onkur vildi kanska sagt evnini hjá John at halda bóltinum, vóru tey týdningarmesti. Onkur annar vildi hildið ídnið og frekleikin hjá Jákupi, meðan ein triði kundi sagt ,at skjótleikin hjá Heðini ofta hevur verið lykilin.

Hvussu er og ikki, so hava teir tríggir til samans verið vandamesta álopsmaskinan í landinum hetta árið, og hava avrik teirra verið av alstórum týdningi fyri endastøðuna hjá liðnum.


Nakrir eru ávegis

Umframt omanfyri nevndu, so hevur B36 í ár eisini havt ein bonk, sum er somikið sterkur, at maður altíð er komin í mans stað, umframt at neyðugu ? og ofta avgerandi ? útskiftingarnar kundu gerast, tá nógv stóð á.

Áki Mørk, Niels Joensen, Rene Tórgarð og Heini í Skorini eru allir ungir leikarar, sum eru uppaldir í felagnum, og allir hava teir prógvað, at teir avgjørt eiga at roknast við, tá eitt framtíðar B36 lið skal setast saman. Ikki minst høvdu Áki og Niels í tveimum førum avgerandi leiklut, tá B36 togaði teprar sigrar í land móti ávíkavist B68 og FS Vágum.

At enda skulu so eisini nevnast Eyðun Højgaard og Ronnie Samuelsen, sum báðir vóru við í hópinum fram til summarsteðgin, men sum tó ikki fingu nakað gullmerkið.