Fyri løtu síðani kunngjørdi Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, at Connie Hedegaard, ráðharri í veðurlagsmálum, verður ES-kommiserur. Hon tekur við starvinum í Bruixelles beinanvegin. Tí skal stjórnin hava ein nýggjan veðurlagsráðharra, og tað starvið skal Lykke Friis røkja.
Connie Hedegaard skal tó virka sum vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í næsta mánaði.
Tann 40 ára gamla Lykke Friis er serkøn í ES-viðurskiftum og hevur eisini skrivað bøkur um evnið.