Lyklaklár hús fyri góða millión

Flytingin heim aftur á klettarnar er stór í løtuni og torført er at fáa býli í miðstaðarøkinum. Hendir tað, at onkur er so heppin at finna sær eini hús, so er prísurin ikki tann lægsti.

Flytingin heim aftur á klettarnar er stór í løtuni og torført er at fáa býli í miðstaðarøkinum. Hendir tað, at onkur er so heppin at finna sær eini hús, so er prísurin ikki tann lægsti. Hetta hevur ført við sær, at húsabyggingin hevur tikið dik á seg aftur, og eru tilboðini frá húsasmiðjunum mong.


Byggja og selja

Nógvir húsasmiðir keypa sær sjávir grundøkir ymsastaðni í Havnini. Teir byggja síðani hús á hesi grundøkir, og tá húsini eru lyklaklár, selja teir húsini.

Ein av húsasmiðjunum, ið byggir hús á hendan hátt, er Hanus Olsen úr Havn, ið júst er afturkomin úr Týsklandi, har hann hevur starvast sum húsasmiður. Hanus Olsen hevur keypt sær grundøki í Ovarugøtu í Hoyvík, og ætlar hann sær undir at byggja lyklaklár tvíhús har uppi. Hann sigur, at tað, at húsini eru lyklaklár merkir, at lagt er á gólvið í øllum rúmum í húsinum, veggirnir eru málaðir, og harafturat eru hvítvørur í húsunum.

Tvíhúsini, ið Hanus Olsen byggir, verða 75 fermetrar í neðra og 55 fermetrar í erva. Í neðra verða stova, køkur, grovkøkur og baðirúm. Í erva koma húsini at hava trý stór sovikømur, ves og goymslurúm. Hanus Olsen leggur tó afturat, at um onkur keypir húsini áðrenn tey eru bygd, so ber til at gera ymsikar broytingar í innrættigni.

Hanus Olsen sigur, at smápartafelag hansara S. H. Smíð í fyrstu atløgu fer undir at byggja tvinni tvíhús uppi í Ovarugøtu í Hoyvik. Hann sigur, at um áhugin fyri húsunum verður stórur, ætlar hann sær at halda fram at byggja og selja. Tvíhúsini hjá Hanusi Olsen kosta 1,1 mió kr. lyklaklár.