Heimasíðan hjá HB boðar í kvøld frá, at Christian Restorff Mouritsen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagið í eitt ár afturat.
Hann hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu kappingarárini, men eingin ivi er um, at hann, tá frískur, er ein av berandi kreftunum á HB-liðnum.
Líkt er til, at nógvar broytingar vera í HB-hópinum komandi ár, men ein fyri og annar eftir skriva teir í verandi hópinum nú undir nýggjar sáttmálar.
Enn er tó ikki greitt, hvør verður venjari hjá mestvinnandi liðnum í Føroyum komandi kappingarár, men sum skilst er leiðslan í samráðingum við ein venjara um at standa á odda fyri liðnum komandi kappingarár.