Steypavinnararnir úr Kyndli brynja seg longu til komandi kappingarár.
Kyndil boðar nevniliga í kvøld frá, at felagið hevur longt um avtalurnar við fleiri av týðandi monnunum á besta mansliðnum. Venjaratoymið, sum er Geir Wardum, Hjalmar Klein Olsen og Finnur Hansson, heldur fram, eins og tveir av lyklaleikarunum, David Edvardsen og Hörður Fannar Sigþórsson, eisini halda fram í felagnum.
Heimasíðan hjá felagnum skrivar eisini, at tað eru útlit fyri at flestu av leikarunum halda fram og at felagið fegnast um, at hópurin eftir øllum at døma ikki viknar.
Serbiski málverjin, Mladen Mjerimacka, hevur enn ikki gjørt av, um hann skal spæla næsta kappingarár í Føroyum. Men verður hann verandi í Føroyum, verður tað í Kyndli, ger hann greitt.