Lyklaspælarar leikbannaðir

Sammett við í kvøld í Eysturríki verða tað í hvussu so er tríggjar broytingar á føroyska liðnum, sum mikukvøldið fer at spæla á Svangaskarði ímóti Litava.

Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen, Bogi Løkin og Einar T. Hansen sóu gult í kvøld. Felags fyri Fróða, Atla og Boga var, at hetta var onnur ferðin í hesi HM undankappingini, at teir sóu gult. Harvið er greitt, at teir verða leikbannaðir mikudagin.