FC Suðuroy í dag frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við sterka og roynda miðvallaran Heri Kjærbo. Hann er kanska lyklaspælarin í stríðnum hjá FC Suðuroy at flyta upp úr 2. deild.
- Heri Kjærbo skifti eftir summarsteðgin frá 07 Vestur til FC Suðuroy, og nú er greitt at Heri eisini verður við FC Suðuroy komandi tvey árini, og hetta eru okur ómetaliga glað um, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, við heimasíðuna hjá felagnum.
Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at Palli Augustinussen verður venjarin komandi tvey árini.
##med2##