Lyklaspælari er aftur á Toftum

Betri deildin menn: B68 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Aidan Liu

Mynd: (Álvur Haraldsen) Aidan Liu (t.h) í dysti fyri B68 í fjør

B68 boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Aidan Liu. Hann spældi við í fjør, men tað hevur verið óvist, um hann skuldi halda fram.

 

- Tilboðini ymsastaðni frá hava ikki manglað, men B68 eigur eitt serligt pláss hjá mær, tí rómurin rundanum felagið, - Reyði Pantarin, venjaratoymið, nevnd og umstøðurnar kring felagið eru heilt fantastiskar. Eg eri klárur at fara til arbeiðis og eg eri sera spentur uppá komandi tvey árini í B68, sigur Aidan Liu í samrøðu við heimasíðuna hjá B68.

 

Á Toftum er fótbóltsspenningurin stóru, eftir eitt frálíkan endaspurt upp á kappingarárið í fjør.

 

- Síðsta ár hevði B68 ein ótrúðligan endaspurt og var 4. besta lið eftir summarhálvuna. Við flestu av somu leikarum og framburðinum frá seinasta árið í huga og umframt nakrar nýggjar sera sera sterkar spælarar, kunnu vit nú síggja fram til at byggja uppá tað góða arbeiðið í felagnum og taka enn fleiri fet uppeftir, skrivar B68.

 

Tilgongdin telur higartil Alex Mellemgaard, Ragnar Samuelsen, Jørgen Nielsen, Jónas Warner, William Klein og Aidan Liu.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Aidan Liu (t.h) í dysti fyri B68 í fjør