22. umfar í bestu fótbóltsdeildini verður seinnapartin. Allir dystirnir vera klokkan 15 uttan tann í Gundadali, har fyrsta bríksl verður klokan 17.15.
Bæði FC Suðuroy og AB, sum kappast um at sleppa undan niðurflyting, eiga í dag heimavøll. FC Suðuroy fær vitjan av KÍ, og AB fær vitjan av TB.
Uppgerðin millum B36 og Víking verður ógvuliga avgerandi fyri, um tað framvegis skal vera spenningur í kappingini um FM.
NSÍ er stórfavorittur ímóti EB/Streymi, meðan tað kennist vera opið millum ÍF og HB, sum í øðrum umfari spældu 1-1 í Fuglafirði.
22. umfar í dag
FC Suðuroy-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB-TB: Petur Reinert kl. 15.00
B36-Víkingur: Lars Müller kl. 17.15
NSÍ-EB/Streymur: Gestadómari kl. 15.00
ÍF-HB: Rúni Gaarbo kl. 15.00
Støðan
B36 48
Víkingur 44
NSÍ 43
HB 35
KÍ 31
TB 23
ÍF 23
FC Suðuroy 16
AB 13
EB/Streymur 7
Øll liðini hava spælt 21 dystir uttan Víkingur og NSÍ, sum hava spælt 22 dystir.