Tað tykist nærum ein staðfestin, at Christian Lamhauge Holst spælir superligufótbólt komandi kappingarár. Lyngby spældi um vikuskiftið móti AGF, og her eydnaðist Holst og teimum at vinna 4-2. Longu í hálvleikinum var støaðn 4-1 í Lyngby, sum tó ikki hevði føroyska áleyparin millum málskjúttarnar hesaferð.