Við átta dystum eftir eru Lyngby og Christian Lamhauge Holst 10 stig oman fyri uppflytingarstrikuna. Sunnudagin vann Lyngby – uttan sjúkurakta Christian – 3-0 á botnliðnum, Brabrand. Stríðið um næsta uppflytingarsessin er sera hart. AGF spældi um vikuskiftið javnt, og nú eru teir ájavnir Fredericia, sum vann 3-1 á Thisted.