Fyri tveimum árum síðani fór Flemming Østergaard, sum taldist millum oddamenninar í Lyngby Boldklub úr felagnum og til FCK. Orsøkin var, at hann metti ikki, at tað í Lyngby var grundarlag undir tí stora fótbóltsfelagnum, sum hann droymdi um at vera við til at menna í danska høvuðsstaðnum sum eitt avgjørt alternativ til Brøndby. Stutt eftir fluttu fleiri av bestu spælarunum í Lyngby aftaná fyrrverandi samstarvsfelagnum, og tað var ikki so undarligt, tí í FCK fingu teir væl meiri í lønarposan, enn teir í Lyngby høvdu megnað at goldið. Millum teirra, sum skiftu millum hesi bæði feløgini var Todi Jónsson.
Síðani hevur tað gingið upp og niður hjá Lyngby, meðan tað fyri tað mesta hevur gingið niður hjá FCK. Mánakvøldið vóru fyrrverandi Lyngbymenninir, sum nú eru í FCK, aftur á Lyngby stadion, og teir vórðu sendir út á Frederiksberg aftur við 1-0 tapi. Málið kom tá 50 minuttir vóru farnir, og Todi Jónsson var á liðnum hjá FCK í ein tíma. Tá kom Thomas Lauridsen á vøllin fyri hann.
Botngysari næstu ferð
Í næsta umfari, sum verður annað vikuskifti, skal FCK spæla í Vejle, og tá verður talan um sannan botngysara.
Kim Brink, venjarin hjá FCK, man kenna tað av álvara brenna undir sær.
? Eg sá tað á okkara spælarum, at teir ikki trúðu upp á, at teir skuldu megna at venda gongdini, eftir at Lyngby hevði fingið mál. Teir hava stutt sagt einki sjálvsálit. Tað er miðvøllinum, sum tað er galið við, men vit markera heldur ikki væl, segði venjarin hjá FCK.
Liðið hjá honum hevði størri trýst í 1. hálvleiki, men teir megnaðu ikki at spæla seg til møguleikar. Fram móti endanum royndu teir at trýsta fyri at javna, og Thomas Thorninger heilfluktaði eina ferð móti málinum, men málverjin bjargaði til horna.