Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin Henrik Larsen var omaná, tá ið hansara lið, ið spælir í næstbestu donsku deildini, royndi seg í venjingardysti ímóti Lyngby, sum fyrireikar seg til superliguna. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði liðið hjá Stóra, Køge. Á liðnum hjá Lyngby eru tveir føroyskir landsliðsspælarar – Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen.