Lyngby vann á Brøndby

Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Lyngby, vann leygardagin venjingardyst ímóti superligaliðnum hjá Brøndby, sum hevur havt stórar trupulleikar í hesum kappingarárinum. Venjarin er skiftur, men fyrsti venjingardysturin í ár endaði við tapi. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst spældi ikki hjá Lyngby, sum vann 3-2, tí hann stríðist við ein skaða.