Lyngby vann á Frem

Meðan Atli Danielsen og Christian Lamhauge Holst vandu og spældu undir sponsku sólini saman við føroyska fótbóltslandsliðnum, hittust feløgini hjá teimum báðum í venjingardysti leygardagin.

Eitt mál kom í dystinum millum Frem og Lyngby, og tað málið skoraði Lyngby. Gunnar Nielsen, sum eisini er í hópinum hjá Frem, var eykamaður til dystin leygardagin.