Christian Lamhauge Holst var á vøllinum í 90 minuttir, tá Lyngby um vikuskiftið stríddi seg til javnleik móti Fredericia. Bara sjey minuttir fyri leikloki var støðan annars 3-1 til Fredericia, og í Lyngby iðraðu tey so um nógvu møguleikarnar, sum fram til tá vórðu misnýttir. Men tað eydnaðist so at fáa tvey mál móti dystarenda, tá Nicolas Drost og Michael Madsen skutu tey bæði seinastu málini í dystinum.