Lýsast av nýggjum eftir veðurfrøðingi

Finnbogi Ískasson, tingmaður, vildi vita, hví veðurfrøðingurin, sum tingið fyri langari tíð síðan samtykti at seta ikki er komin?

Tingmaðurin hevði frætt í fjølmiðlunum, at nú skuldi søkjast av nýggum, av tí at bert ein føroyingur søkti starvið. Hann spurdi John Petersen, landsstýrismann, um hann ætlaði sær at lýsa starvið av nýggjum, fyri at fáa ein danskan verðurfrøðing?

John Petersen svaraði, at tað er stovnurin, sum setir starvsfólkið, og ikki Landsstýrið.

- Bert ein umsøkjari var til starvið, og hann er ikki útbúgvin veðurfrøðingur.Av tí at vit vita, at ein føroyingur er útbúgvin veðurfrøðingur, royna vit at søkja av nýggjum, segði landsstýrismaðurin.

Hetta orðaskiftið fekk Jákup Joensen at taka orðið. Hann helt, at Finnbogi Ísakson í sínum spurningi gjørdi mannamun á fólki, og vísti á, at tað ikki var loyvt at gera mannamun á fólkasløgum.