Lýtt men vátt um vikuskiftið

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar skiftandi veður restina av vikuni.

Tað verður lýtt alla vikuna, millum 11 og 16 stig, og lítið av vindi. Tó verður skiftandi regn og turt.

 

Hósdagin seinnapart:
Fleyr til gul av útsynningi og suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 11 og 14 stig.

 

Fríggjadagin:
Gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi og regn av og á. Hitin millum 11 og 14 stig.

 

Leygardagin:
Lot til andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men mjørki í støðum. Hitin millum 11 og 14 stig.

 

Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Sunnudagin lot av suðri og møguliga regn eitt skifti. Mánadagin stívt andøvsgul av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 12 og 16 stig.

 

Veðrið hósnáttina:
Eitt brúgvalag við Føroyar fer spakuliga í landsynning.

 

Veðrið fríggjanáttina:
Hitabrúgvin sunnanfyri Føroyar kemur hendanvegin.