Ingrid S. Henriksen, fyrrverandi varalimur í stýrinum fyri ALS.
Viðmerkingar v. m. til grein hjá Karin Kjølbro, við heitinum “møðandi møsn” og greinir hjá Hendrik Old við heitinum “Friðarligt rán - ella? Greinirnar hava staðið í føroysku bløðunum og eru at finna á heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum HYPERLINK "http://www.j.fo" www.j.fo. Greinirnar snúgva seg um ávikavist Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (SAG) og Arbeiðsloysisskipanina (ALS).
Er útgjaldið úr “samhaldsfasta” ov lágt?
Karin Kjølbro, fyrrverandi forkvinna fyri ALS, hevst í grein við heitinum “Møðandi møsn” hin 3. juni 2008 í Dimmalætting at Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, tí hann loyvir sær at seta spurning við tvey ávís samfelagsmál – nevniliga við lága útgjaldið hjá SAG og at ALS ætlaði at byggja kostnaðarmiklan fyrisitingarbygning til sín sjálvs.
Hendrik Old hevur í greinarøð, sum hann nevnir “friðarligt rán – ella?”, sett spurning við, um heimild er at áseta útgjaldið úr SAG so lágt, sum tað er í løtuni (í 2007 var útgjaldið 62% av samlaða inngjaldinum). Hann setir spurning við, um útgjaldið úr SAG ikki heldur eigur at vera 95% av inngjaldinum, soleiðis sum sagt varð í viðmerkingunum til nevndu lóg, ið varð sett í gildi í 1991. Hendrik Old nevnir fæið, sum nú stendur í SAG, fyri – “friðarligt rán” og leggur afturat, at “Soleiðis var ikki ætlað av Javnaðarflokkinum, ið bar lógaruppskotið ígjøgnum”.
Spurningurin, ið Hendrik Old setir viðv. útgjaldinum hjá SAG, er sera viðkomandi fyri alt Føroya fólk – og tá serstakliga viðkomandi fyri allar fólkapensjónistar í Føroyum og hevur umrødda mál ikki uppiborið at fáa heitið “møðandi møsn”. Spurningurin er hinvegin sera prinsippiellur og viðkomandi og eigur at verða svaraður av rætta politiska myndugleika (løgmanni og landsstýrinum). Í løgtingslóg nr. 55 um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn frá 28. apríl 1992, ið er undirskrivað av Atla P. Dam, táverandi løgmanni og Jóannes Eidesgaard, táverandi landsstýris-manni í sosialmálum verður nevniliga ásett í § 5, stk 2, at: “landsstýrið ásetir nærri reglur um útgjaldið úr grunninum”.
Uppgávurnar hjá stýrinum fyri SAG eru einans, sambært § 5 í lóg um SAG, at áseta árligu veitingina: “Stýrið fyri grunnin ásetir árligu veitingina til eftirlønartakarar í seinasta lagi 1. oktober á hvørjum ári galdandi fyri álmannaárið eftir”.
Vilhelm Johannesen og Tummas Arabo, fyrrverandi tingmenn og landsstýrismenn fyri Javnaðarflokkin, siga eins og Hendrik Old, at í sambandi við, at lógin um “samhaldsfasta” varð sett í gildi, varð í viðmerkingunum til lógina sagt, at áleið 95% av árliga inngjaldinum skuldi nýtast árliga til útgjald til fólkapensjónistarnar.
Hava Hendrik Old, Vilhelm Johannesen og Tummas Arabo grein í sínum máli viðv. útgjaldinum úr “samhaldsfasta”, má fylgjan verða, at útgjaldið úr SAG beinanveg verður hækkað.
Hækkað útgjald til arbeiðsleys og lóg um ALS
Hendrik Old fýlist somuleiðis á, at ALS ætlar at byggja ein luksusbygning til sín sjálvs fyri pening, sum er fingin til vega sum inngjald til arbeiðsloysisskipanina.
Lógin um ALS, ið varð sett í gildi í 1992, hevði og hevur framvegis sum fremsta endamál at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys.
Fyrrverandi stýrisforkvinnan fyri ALS sýnist at halda, at tað er í lagi at nýta pening hjá ALS at byggja dýran fyrisitingarbygning fyri, men kann hetta sjónarmið valla vera í tráð við endamálið við lóg um ALS. Í § 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS) er ásett viðv. endamálinum við arbeiðsloysisskipanini: “Arbeiðsloysisskipanin hevur sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin”.
Ivi kann tískil ikki vera um, at fyrsta og fremsta endamálið hjá ALS er at veita arbeiðsleysum ein sømuligan og nøktandi arbeiðsloysisstuðul og ikki at nýta stóran part av uppsparda eginpeninginum at byggja kostnaðarmiklan fyrisitingarbygning fyri.
Karin Kjølbro greiðir í grein síni “Møðandi møsn” frá, at ALS átti pening í grunni í 2002 og sigur, at “vit miðaðu ímóti at koma upp á 500 mió. kr., so at tað aldri skuldi henda aftur, at tú skuldi læna pening til útgjald hjá ALS.” Hon nevnir tó onki um, at 500 mió. kr. var “magiska talið”, sum hon miðjaði eftir, áður enn hon sum stýrisforkvinna fyri ALS yvirhøvur var sinnað at tosa um at hækka útgjaldið hjá ALS.
Í sambandi við at fakfeløgini á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum á heysti 1998 heittu á stýrið fyri ALS um at hækka útgjalds-% til 90% av einari arbeiðaraløn, segði Karin Kjølbro, stýrisforkvinna fyri ALS, at ALS mátti “konsolidera” seg og at skipanin mátti hava áleið 300 mió. kr. at standa ímóti við, áðrenn talan kundi verða um at hækka útgjaldið.
Tá fakfeløgini síðan í 2002 aftur heittu á Karin Kjølbro og á stýrið fyri ALS um at hækka útgjald-% til 90% av einari arbeiðaraløn, var aftursvarið hjá stýrisforkvinnu Karin Kjølbro, at skipanin mátti konsolidera seg, men nú var “konsoliderings”-upphæddin hækkað við 200 mió. – úr 300 mió. kr. til 500 mió. kr., áðrenn tosast kundi um um at hækka útgjaldið.
Í 2005 kom eginognin hjá ALS upp á 500 mió. kr. og harvið fekk ALS 500 mió. kr. at standa ímóti við, men er útgjalds-% framvegis ikki hækkað.
Karin Kjølbro átti at hava lagt sær í geyma, at politiski viljin Tjóðveldisflokkurin (flokkur hennara) og Javnaðarflokkurin í 1994 meldaðu út, “at útgjaldið kundi hækka til 90% av einari arbeiðaraløn, tá peningur bleiv tøkur.” Og sjálvt um ALS sambært roknskapinum fyri 2007 hevði 640 mió. kr. at standa ímóti við, hava arbeiðsleys enn ikki fingið nakra hækkan av arbeiðsloysis-útgjaldinum.
Endamálið við skipanini má røkkast – nevniliga at arbeiðsleys fáa eitt rímuligt og sømuligt útgjald (útgjaldið er 90% av einari arbeiðaraløn í Danmark, meðan útgjaldið bert er 70% av einari arbeiðaraløn í Føroyum), soleiðis sum lovað varð fakfeløgunum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum og teimum arbeiðsleysu fyri skjótt 14 árum síðani av tásitandi politiska valdinum (Tjóðveldisflokkinum og Javnaðarflokkinum).
Tíðin má verða komin til handa, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum eisini anno 2008 sita við valdinum (saman við Miðflokkinum), fremja í verki tað, sum teir lovaðu teimum arbeiðsleysu og fakfeløgunum í 1994. Politiski myndugleikin eigur at ganga saman við núsitandi stýri fyri ALS at syrja fyri, at arbeiðsloysisútgjalds-% hjá ALS verður hækkað til 90% av einari arbeiðaraløn, og at ikki verður drálað meiri í hesum álvarsmáli.
Um peningur einaferð í framtíðini verður tøkur at byggja fyrisitingarbygning til ALS má tíðin vísa.
Tórshavn hin 3. juli 2008