Vinnumálastýrið og Bjarni Djurholm hava lagt fram uppskot um lógarfestan gerðarrætt ella arbeiðsrætt, um víðkaðar heimildir til semingstovnin og um undantøk í verkfalli, tá tað snýr seg um sjúkan fisk.
Ingeborg Vinther spyr, um andstøðan, og serliga Javnaðarflokkurin, tekur undir við uppskotunum hjá Bjarna Djurholm, sum hon metir skerja verkfallsrætt og demokratisk rættindi?
Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sigur, at tað nyttar ikki hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at diktera, men at hann heldur má taka partarnar á arbeiðsmarknaðinum við uppá ráð.
- Nú kenni eg ikki smálutirnar í uppskotunum, men tað hevur nakað við ein gerðarrætt at gera, sum er blivið tulkað sum arbeiðsrættur, men eg kann ikki fara í smálutir, sigur Jóannes Eidesgaard.
- - Hetta er ein ásannan av truplu støðuni undir verkfallinum. Har varð ásannað av pørtunum, at tilgongdin at finna semju var long og trupul og at ov fáar royndir blivu gjørdar at finna semju, áðrenn greitt var, at verkfall kom burturúr. Men hinvegin er greitt, at góðtakast kann ikki, at verkfallsrætturin skal skerjast, men tilmælast má, at sjálv mýkingin undir samráðingum verður tikin til viðgerðar, sigur formaður Javnaðarfloksins.
- - Tað nyttar ikki hjá Bjarna Djurholm, um hann ikki tekur partarnar á arbeiðsmarknaðinum við uppá ráð og fær arbeiðsmarknaðin við. Hann hevur longu sligið ein tóna, so tað verður tulkað sum ein arbeiðsrættur, og so er byrjanin betur ógjørd, sigur Jóannes Eidesgaard.
- - Hann heldur seg kunna diktera nakrar loysnir, men tað ber bert til at finna loysnir saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Viðvíkjandi arbeiðsrætti, so hava feløgini sagt, hvat tey kunnu góðtaka, so tað er ikki so ringt at vita, hvussu ein skal fara fram. Partarnir eru sinnaðir at taka trupulleikarnar upp til viðgerðar, so tað er vert at royna, metir formaður Javnaðarfloksins í stuttari viðmerking.
(Greinin er skrivað sum viðmerking til greinina í sama blað, har Ingeborg Vinther úttalar seg um, arbeiðsmarknaðin, og er tí eisini skilagott at lesa ta greinaina, -blðm-))