MáF skipar fyri skeiðum

Meginfelag Áhugaleikara fer nú aftur undir ymisk skeið, og eru fleiri spennandi skeið á skránni hesa komandi árshálvuna

Meginfelag Áhugaleikara skipar fyri fleiri skeiðum hesa fyrru árshálvuna. Fleiri skeið í raddarvenjingum verða og eitt skeið í pallmynd og ljóssetan. Eitt sjónleikaraskeið verður somuleiðis í døgunum 19. til 21. mars.
Skeiðslærarar verða í sjónleiki Katarina Nolsøe og Kristina Hansen. Í raddarvenjingum Egi Dam og í pallmynd og ljóssetan eru tað senografurin, Snorri Freyr Haldórsson og ljósmaðurin, Árni Baldvinsson, sum verða lærarar.
Teknikkin fyri raddarskeiðunum er Nadine George. Skeiðini verða hildin í høvuðsstaðnum uttan skeiðið vikuskiftið 7.-9. mai, sum verður í Klaksvík.
Kostnaðurin fyri hvørt skeiðið, sum varar íalt 14 tímar hvørja ferð, er 600 krónur, og tá er maturin íroknaður.
Øll sjónleikaráhugað yvir 17 ár kunnu tekna seg til skeiðini við at seta seg í samband við MáF.