? Hvørjar niðurstøður hevur landsstýrismaðurin gjørt sær í sambandi við royndarskipanina við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu?
Hetta vil Heðin Mortensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hava landsstýrismannin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, at svara. Hann spyr eisini landsstýrismannin, um hann hevur nakrar ætlanir um framhaldandi dagtilhald fyri fjølbrekað børn aftan á 31. desember 2002, tá løgtingslogin (nr. 71 frá 2. mai 2001) fer úr gildi.
Heðin Mortensen spyr eisini ? um svarið er ja ? um nakrar ætlanir tá eru um at víðka tilboðið til eisini at fevn aum aðrar partar av landinum, t. d. Tórshavnar Kommunu.
Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt er í § 5 ásett, at til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerar- og námsførðklig tilboð sambært serligari lóggávu.
? Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørja serliga lóggávu her verður skipa til?, spyr Heðin Mortensen, sum eisini vil hava landsstýrismannin at siga tinginum, nær hann ætlar at leggja eina slíkan ætlan fyri tingið, um eingin serlig lóggáva finst.
Sambært § 6 í lógini um royndarskipan fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu skuldi yrkiskøn nevnd meta um royndarskipanina og lata almannastjóranum frágreiðing í seinasta lagi 1. juli 2002. Landsstýrismaðurin hevur tí havt stundir til at gjørt sær sínar metingar av royndunum.
? Tórshavnar kommuna hevur av sínum eintingum í nøkur ár leigað Bridgehúsið sum tilhaldstað hjá nøkrum brekaðum skúlabørnum og stuðlum teirra. Hóast vánaligar umstøður hava stuðlarnir tó eftir førimuni gjørt eitt sera gott arbeiði. Hetta er bert ein neyðloysn, sum tó als ikki er nøktandi, hvørki fyri tann brekaða, foreldrini ella stuðulin, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur eisini, at ein møguleiki er, at stovnurin í Bridgehúsinum flytur út á Sernámsdepilin og virkar har sum ein frítíðarskúli.
? Á fleiri økjum hevði hetta verið ein goð loysn. Hølisviðurkiftini eru góð, barnið hevði ikki havt fyri neyðini at skift um hvørvi, og tíð hevði ikki fari til spillis við flutningi,. sigur Heðin Mortensen, sum leggur afturat, at teir fysisku karmarnir høvdu her verið til staðar fyri at ment eitt samstarv millum lærararnar á skúlanum og starvsfólkið í frítíðarskúlanum. Kanska landsstýrismaðurin kann siga sína hugsan og ætlan á hesum øki.
Í lógini um dagstovnar og dagrøkt er í § 5 ásett, at til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu. Í sambandi við at Tórshavnar kommuna bygdi nýggjan dagstovn í Øksnagerði, varð eisini gjørd ein serstova, ætlað børnum við sertørvi. Tað er tó framvegis ikki eydnast kommununi at fáa at vita, hvussu børnini við sertørvi kunnu fáa veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð. Kommunan hevur tí lítlan møguleika fyri at taka hædd fyri tørvinum hjá hesum børnum í útbyggingini av dagstovnatilboðunum í kommununi.