Møguleiki fyri BP/Shell samstarvi á Atlantsmóti

Eydnast tað BP at fáa tað leitiloyvi, sum tað hevur søkt um í bretskum øki skamt frá føroyska markinum, so stendur tað Shell í boði at koma uppí loyvini hjá BP bæði í føroyskum og bretskum øki. Hetta kann fáa stóran týdning fyri menningina av Atlantsmótinum sum nýtt oljuøki

 



Oljusamstarv



Á høvuðsskrivstovuni hjá BP í Bretlandi leggja tey stóran dent á alt Atlantsmótið tvs. bæði føroyska økið og bretska økið hinumegin markið. Tað er so heldur eingin loyna, at tá BP fóllkini umrøða framtíðar møguleikar og vónir til alt hetta stóra og nýggja økið, sum av summum longu verður kallað ?Tann nýggi Norðsjógvurin?, so fevnir tað um eina ætlan við nógvum framleiðlsubrunnum á bæði føroyskum og bretskum øki sum allir so ella so verða bundnir í eina ella aðra infrastrukturskipan, rørleiðing.


Peter Rattey, stjóri sigur, at teir ætla sær at bora sín fyrsta brunn við West Navion á føroyskum øki í august og vónandi stutt eftir tað at kunna bora ein brunn beint hinumegin markið. Men tað veldst so um, hvat BP fær tilluttað í tí 19. útbjóðingini. Og BP -stjórin dylur ikki fyri, at teir eru sera spentir, hvat teir fáa. Teir hava bjóðað uppá eitt øki, sum eftir øllum at døma minnir um prospekið Svínoy á føroyskum øki. ?Fáa vit teigin vit hava søkt um á bretskum øki, so hava vit tvey rættiliga góð og meinlík prospekt báðumegin markið, og tað eru hesi bæði vit vilja bora í longu í heyst. Peter Rattey heldur, at tað kann vera ein stórur fyrimunur, um teir kunnu bora bæði í føroyskum og bretskum øki - hvør sínu megin markið í heyst.


Í løtuni hevur BP samráðingar við Shell, sum hevur víst áhuga fyri at koma innaftur á Atlantmótið tvs. bæði í føroyskt og bretskt øki. Peter Rattey sigur, at BP leingi hevur havt sera gott samstarv við Shell á djúpum vatni og tí eru bæði feløgini tey røttu til at arbeiða á eitt nú Atlantsmótinum við tess stóru dýpum og tøkniligu avbjóðingum.


Fyri tveimum árum síðani gjørdi Shell av at taka sær úr økinum millum Hetland og Føroyar. Nú hevur felagið kortini víst áhuga fyri økinum av nýggjum. Sosialurin skilur, at Shell tíðliga í juni fer at taka eina avgerð um, antin felagið aftur skal fara at brúka pengar og orku til leiting og framleiðslu á Atlantsmótinum.


-Men fáa tit tað loyvið, sum tit eru úti eftir á bretskum øki, merkir tað so, at Shell verður við aftur?


-Eg kann ikki svara fyri Shell, men vit hava latið teir vita, at eru teir hugaðir at verða við aftur á Atlantsmótinum, so eru teir vælkomnir, men so skulu teir vera við í báðum loyvum, tvs. tí sum vit longu hava í Føroyum og tí sum vit vóna at fáa í bretskum øki. Eg hevði sett ómetaligan prís uppá at sæð hesi bæði prospektini útviklað í senn, og tess einfaldari eigaraviðurskiftini eru í báðum loyvunum tess betri.


Peter Rattey sigur, at tað hevði havt stóran týdning at fingið Shell við í arbeiðið á Atlantsmótinum, tá man hugsar um, hvussu drúgvar royndir felagið hevur á djúpum vatni aðrastaðni. Ger Shell av at gerast partur av BP-loyvunum, har BP framhaldandi verður operatørur, so skilur Sosialurin, at Shell fer at verða drigið nógv uppí arbeiðið og fer at vera virkin partnari bæði í føroyska og bretska økinum.


-Men er góður møguleiki fyri, at Shell kemur við?


-Eg vóni, at teir gera tað, men avgerðin liggur hjá teimum.


Peter Rattey heldur tað eisini hevði kunnað verið eitt stórt framstig fyri oljuleiting við Føroyar, um Shell var við aftur. Tí við BP og Shell, sum hava drúgvastu royndirnar av øllum oljufeløgum at leita og framleiða á djúpum vatni, kann eitt nýtt øki sum tað føroyska heysta ágóðan. Allir partar fara at fáa ágoðan av einum samstarvi millum BP og Shell sigur BP-stjórin og leggur aftrat:




-Tað er eingin ivi um, at fáa vit Shell við okkum í slíkum loyvum, so fer tað at gera okkum nógv sterkari. Men Shell má sjálvt taka eina avgerð. Vit í BP vóna, at teir vilja vera við, men vit hava ongar ætlanir um at leggja trýst á teir.


-Tú virkar so bjartskygdur!


-Tað eru vit eisini, og tað er tí, at vit eru so vissir um, at hetta fer at eydnast. Hyggur tú eftir einum landakorti og sær hvar BP arbeiðir, so kann eg vissa tykkum um, at tað vit gera við Føroyar er nakað av tí besta og mest týdningarmikla, sum BP ger nakra staðni í verðini í løtuni. Royndirnar vísa eisini, at har vit eru serliga vissir um at finna olju, har hava vit eisini havt eydnuna við okkum. BP hevur lagt seg eftir at leggja alla orku í at fáa eitt gott úrslit so tíðliga sum gjørligt í einum slíkum lovandi øki sum Føroyum sigur BP-stjórin. Fær BP umrødda loyvi í bretskum øki er ætlanin at fara við West Navion í bretskt øki at bora aftaná boringina við Føroyar í heyst. (Henda samrøðan varð gjørd beint áðrenn útslitið av 19. rundu í bretskum øki varð kunngjørt í gjár, blaðm.)