Møguleikin fyri beinleiðis uppflyting kámur

Møguleikin hjá Toda Jónsson, Róki av Fløtum, Hans Jørgensen og hinum í Fremad Amager at tryggja sær beinleiðis uppflyting í næstbestu deildina er eftir dagsins heimadyst ikki stórur.

Í dag hevði Fremad Amager, sum seinni í summar verður FC Amager, vitjan av FC Roskilde, sum er oddalið í 2. deild eystur. Todi Jónsson segði undan vikuskiftinum, at Roskilde var favorittur at vinna, og tað vísti seg, at favoritturin livdi væl og virðiliga upp til heitið. Roskilde vann 3-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Fyri Fremad Amager kom tað væl við, at Brønshøj, sum er á triðja plássi, tapti 2-1 í Slagelse. Tað ber við sær, at tað framvegis eru seks stig frá Fremad Amager á 2. plássi og aftur til Brønshøj.