Møguleikin fyri verkfalli nærkast

Seinnapartin í gjár samráddust Fíggjarmálastýrið, Starvsmannafelagið og semingsmenn framvegis á Hotel Hafnia. Tá høvdu partarnir fundast í meira enn eitt døgn, men semingsuppskot var enn ikki komið á borðið

Leygardagin hittust fakfelagsfólk í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Her varð tosað um útlitini, nú samráðingar eru í hæddini og um, hvussu farast skal fram, um verkfall gerst veruleiki.

Starvsmannafelagið, Fíggjarmálastýrið og semingsmenn fóru sunnudagin á samráðingarfund, men seinnapartin í gjár var enn einki semingsuppskot lagt fyri partarnar. Tá blaðið fór til prentingar, høvdu partarnir verið á Hotil Hafnia í meira enn eitt døgn. Semingsmenninir hava noktað pørtunum at hitta umboð fyri fjømiðlarnar.

Spyrst einki burturúr semingsroyndunum, verður verkfall, tá samráðingarnar slitna. Seinnapartin í gjár høvdu semingsmenninir tó ikki mist vónina um um eina loysn