Ómøguligt at byggja uttan útlendingar

Bæði stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju og formaðurin í Havnar Handverkarafelag eru sannførdir um, at tað var rætt at loyva pólendingum til Føroya at smíða skrokkin á nýggja veitingarskipinum hjá Thor. Annars var uppgávan ikki gjørd her í landinum, siga teir báðir

Skipabygging

 

Hóast talan eru um tveir partar á hvør sínari síðu á arbeiðsmarknaðinum eru bæði Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðu, ið eigur skipasmiðjuna á Skála, og formaðurin fyri Havnar Handverkarafelag, Eli Brimsvík, samdir um eitt. Byggingin av veitingarskipinum Thor Alpha, ið fór av bakkastokki í gjár, var ongantíð komin upp á tal, um ikki myndugleikarnir og handverkarafeløgini høvdu givið grønt ljós fyri, at pólskir sveisarar skuldu fáa innferðar- og arbeiðsloyvi í Føroyum at smíða skrokkin. Partvís tí at føroyska ekspertisan á økinum er næstan horvin, men nógv meiri tí at lønarlagið í Føroyum ger, at skipasmiðjan ikki hevði verið kappingarfør við skipasmiðjur aðrastaðni.

- Vit høvdu ongan møguleika at bjóða upp á hesa uppgávuna ella á nakran hátt gjørt okkum galdandi, um vit ikki fingu avtaluna um póllendingarnar, sigur Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.

Formaðurin í Havnar Handverkarafelag tekur undir við, at hvørki hesin skrokkurin ella nakar annar skrokkur varð bygdur í Føroyum í framtíðini, um sýtt varð fyri at loyva útlendingum hendanvegin.

- Hetta sóu vit beinanvegin, tá vit vórðu spurdir, og tí ivaðust vit ikki á, at rætt var at gera avtalu við Thor og Skipasmiðjuna um hesa byggiuppgávuna, sigur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.

Hann vísir á, at sjálvt um føroyingar ikki hava sveisað skrokkin, so hevur hetta givið nógv arbeiði til føroyskar handverkarar og arbeiðsmenn, ið annars ikki var til.

- Vit skulu ikki gloyma, at nógvir undirveitarar hava fingið handils- og arbeiðsordrar í sambandi við byggingina, sum bæði tryggjar okkara limun og limun í øðrum fakfeløgum arbeiði. Hetta sóu vit beinanvegin, og tí varð avtala gjørd millum Landsfelag Handverkaranna, Tórshavnar Skipasmiðju og Thor um póllendingarnar, sigur Eli Brimsvík, ið umframt at vera formaður í Havnar Handverkarafelag, eisini er næstformaður í Landsfelag Handverkaranna.

 

Harðar atfinningar

Funnist var at landsfelagnum, tá felagið í fjør summar gjørdu sáttmála við Thor og Tórshavnar Skipasmiðju um póllendingarnar. Millum annað Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, fanst hvassliga at handverkarafeløgunum fyri loyva slíkum. Eisini Føroya Handverkarafelag var ímóti avtaluni.

Spurdur um hvat póllendingarnir hava fingið í løn, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag, at hann ikki kann siga tað nágreiniliga, men sigur seg vita, at úrtøkan hevur verið sera góð eftir pólskum mátistokki, og at tað er hetta, sum er avgerðandi, heldur hann.

Landsfelag Handverkaranna er meginfelag hjá handverkarafeløgunum í Havn, Tvøroyri, Vági, á Skála og hjá Føroya Prentarafelag. Hini feløgini eru limir í Føroya Handverkarafelag.