Móðir Sjeystjørna - ein tónleikamynd

.

Gríma venur nýggjan leik

Í samband við at William Heinesen hevði fylt 100 ár 15. januar ár 2000, vil Gríma heiðrað skaldinum við einum sjónleiki.

Egi Dam hevur skrivað nýggjan leik, sum byggir á skaldsøguna »Móðir Sjeystjørna« eftir William Heinesen.

Leikurin snýr seg í stuttum um tey afturvendandi fyribrigdini, ið W.H. viðger í sínum bókum - tann ævigi bardagin millum lív og deyða, tað tímiliga og tað æviga, dreym og veruleika, og síðst men ikki minst um kærleikan og vónina, í allari síni mangfoldigheit, lýst í gerandisdegnum hjá »vanligum« fólki í Havn.

Persónarnir eru »typir« sum vit kenna aftur úr skaldskapi Williams.

Tónleikur og rørslur eru týðandi partur í hesum leiki, eisini á hesum øki lata vit listamannin og tónaskaldið William Heinesen verða kveikjaran.

Leikarar eru: Páll Danielsen, Hans Tórgarð, Birita Mohr, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Súsanna Tórgarð.

Leikstjóri er Egi Dam.

Scenograftur er abbadóttir Williams, Elisa Heinesen, sum hevur nomið sær útbúgving sum scenograftur í London. Ljósdesignari verður Árni Baldvinsson úr Íslandi. Árni, ið er sannur ljósmeistari, hevur í fleiri førum rætt okkum hond til ljósuppsetan, m.a. kenna vit hann frá leikum sum Dukkuheimið, Krabbasvalin, Skeyk og Dreymur Jóansøkunátt.

Til at leggja lag á rørslur, hevur Gríma fingið Bente Hansen úr Danmørk. Tónleik og ljóð skal Stamen Stantchev taka sær av. Talan verður um nýskrivaðan tónleik og fjølbroyttar ljóðmyndir, alt í anda Williams.

Frumsýningin verður 15. januar 2000 kl. 20.00, sjálvan føðingardagin hjá Williami, í nýggju hølunum hjá Grímu á Gamla Meiarínum.