Um eitt gott ár verður alt virksemið hjá M.J. Saltsøluni, sum í mong ár hevur húsast á Vestaru Bryggju í Havn, flutt inn á Toftir. Tað verður byggifyritøkan J & K Petersen, sum fer at byggja nýggju saltgoymsluna, ið verður reist á nýggja ídnaðarøkinum Inni á Rætt á Toftum.
Magni Johannesen, stjóri, sum eigur og rekur M.J. Saltsøluna, sigur, at arbeiðið ætlandi byrjar í hesi vikuni, og sambært sáttmálanum verður byggitíðin tilsamans 14 mánaðir.
Hann sigur, at flutt verður í nýggju hølini á Toftum beint eftir summarfrítíðina næsta ár.
Bygningurin hjá M.J. Saltsøluni verður 70 metrar langur og 20 metrar breiður, og goymslan fer at rúma umleið 5.500 tonsum av salti.
Í einum horni í bygninginum verður gjørt pláss til amboðini, sum felagið brúkar, og síðan verður eitt loft lagt í henda partin, har saltsølan fer at hava sína umsiting.
M.J. Saltsølan, sum hevur røtur aftur í fimmtiárini, selir millum 14.000 og 16.000 tons av salti um árið og er soleiðis størsti veitari á hesum marknaðinum í Føroyum.