HB er framvegis greitt oddalið í betrideildini aftaná 3-1 sigurin á 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í dag.
TRÝST á PÍLIN og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av 2-0 og 3-0 málunum hjá HB, ið Magnus Egilsson og Símun Samuelsen skutu.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson.
Givið er, at Heimir Guðjónsson er nøgdur við at vinna, men hann ætlaði sær inn í umklæðingarrúmið og siga við sínar spælarar hvussu gott tað er at vinna, tá ein ikki spælir væl. Tí Heimir var leikliga ikki nøgdur við avrikið ímóti 07 Vestur í dag.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen hoyrist HER