Sum nevnt í prátinum við tingformannin, so er henda vikan tann seinasta áðrenn løgtingið fer í summarfrí.
Ikki allir løgtingslimir eru so fegnir um júst hetta, og orsøkirnar til tað eru ymiskar.
Ein sum ikki er nøgdur Kristian Magnussen, tingmaður Javnaðarfloksins.
Hann heldur, at tað er púra burturvið, at tingið nú fær summarfrí og at tað ikki skal saman aftur fyrr enn á ólavsøku.
Samstundis heldur Kristian, at tað verður ov lítið skil á viðgerini av nógvum stórum málum, av teirri orsøk, at tey verða kroyst ígjøgnum.
? Tíðin til at viðgera málini er heilt greitt ikki til staðar. Málini fáa fyrstu viðger og verða síðani beind í eina nevnd, har tey eiga at verða gjølliga viðgjørt. Men hetta hendir bara ikki., tí at skotbráið er so stutt, sigur Kristian Magnussen og vísir á nýggju almannalóggávuna, sum eitt dømi.
? Vit eru i holt við at samtykkja eina lóg, sum vit ikki kenna konsekvensin av. Ásetingarlógin manglar, og hon kemur ikki fyrr enn í næstu tingsetu, so í grundini áttu vit at bíða við at samtykt hesa lógina, sigur Kristian Magnussen, sum kortini vísir á, at hann ikki er í móti broytingunum í almannalóggávuni, sum so, tí tær eru, sum heild í lagið.
? Harafturat hevur landsstýrið gjørt broytingar í seinastu løtu, og hesar broytingar hava ikki fingið nóg neyva viðger, sigur hann og leggur afturat, at tað kann ikki verða rætt, at tingmenn nærmast skulu kroystast til at atkvøða ímóti einum uppskoti av tíðarneyð.
? Vit mugu kenna fylgjurnar, áðrenn vit samtykkja lógirnar, sigur Kristian.
Andstøðan avvíst
Kristian Magnussen heldur annars lítið um arbeiðsháttin hjá samgonguni.
Hann heldur seg hava fingið ta fatan, at uppskotini, sum koma frá andstøðuni bara skulu fellast, og so kann tað verða líkamikið um landsstýrið arbeiðir við málinum ella ikki.
? Eitt dømi er málið um stuðul til tónleikarar. Tað sá út til at samgongan var fyri, men við triðu viðger varð uppskotið felt. Tað sama ver galdandi tá uppskotið um arbeiðsumhvørvi var frammi. Fleiri samgongutingmenn vóru fyri uppskotinum, men við seinastu viðger, varð uppskotið felt, tí fólkafloksmenn vóru ímóti tí. Vit gera gjøldur við okkum sjálvum í øðrum londum við lóggávuni á hesum øki, sigur Kristian Magnussen og vísir á, at hann spurdi landdstýrismannin, um landsstýrið arbiddi við málinum, og svarið var ja, men enn er einki komið haðani.
? Kortini feldu teir málið, sigur Kristian.
Óneyðuga
long summarfrí
Javnaðarmaðurin heldur, at tað er púra óneyðugt, at tingmenn hava frí í tríggjar mánaðir.
? Tað er púra óneyðugt. Vit áttu at givið okkum betri stundir at arbeitt við teimum málum, sum liggja í tinginum, heldur enn at skrumblað tey ígjøgnum, bara fyri at fáa summarfrí, sigur Kristian Magnussen, sum heldur, at summarfrítíðin er alt ov long.
? Vit fáa løn 12 mánaðir um árið. So haldi eg eisini, at vit eiga at arbeiða hareftir, sigur Kristian Magnussen at enda.