Koyrlilíkindini eru av teimum allarringastu í løtuni. Tað er er bæði kavarok og kolandi stormur. Í roynd og veru eru tey so ring, at Landsverk og løgreglan siga í eini felags fráboðan, at tey mæla staðiliga frá allari óneyðugari koyring í kvøld.
Fyribils stendur hetta frámæli til, til klokkan 21 í kvøld, tá ið útlit eru fyri, at veðrið batnar aftur.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, sigur, at nú er tað eisini farið at kava illa, har tað fyrr í dag var mest jarðrok í ælunum.
Áheitanum um ikki at fara í bil uttan í neyðsynjarørindum, er galdandi fyri bilførarar í øllum landinum, tó at støðan er heldur frægari í Suðuroy og í Sandoy, men kortini verður eisini mælt frá at koyra til eysturbygdirnar í Sandoy.
Landsverk gevst at grava klokkan 19, men longu nú er vegurin til og úr Vágum, Oyndarfjarðarvegurin og Selatraðarvegurin beinleiðis stongdir.
Árni Jacobsen sigur, at tað standa fleiri bilar fastir ymsastaðni, bæði um Gøtueiði, ímillum Kollafjørð og Hósvík, Við Norðskálatunnilin, og aðrastaðni við.
Hann sigur, at afturat tí, at líkindini eru av tí ringasta, eru summir bilar ov illa skøddir, og rena seg tískil fastar og forða fyri aðrari ferðslu.