Altjóða havrannsóknarráðið ICES mælr til at økja toskakvotuna eystanfyri heili 25 prosent, so hon verður 940.000 tons næsta ár. Tað er meiri, enn norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg Hansen, hevði væntað, tí hon vónaði, at tilmælið fór at koma yúpp á 900.000 tons.
Gera politikararnir eftir tilmælinum frá fiskifrøðini, verður toskakvotan næsta ár tann størsta eystanfyri síðani 1997, sigur norska kringvarpið NRK.
Eisini fiskimenninir í Íslandi sleppa væntandi at fiska meiri tosk næsta fiskiár enn í verandi fiskiári. Vøksturin har er tó ikki so stórur, men sambært fiskifrøðingunum er tað ráðiligt at økja kvotuna úr 160.000 tonsum í 196.000 tons. Harafturímóti mæla fiskifrøðingarnir til at skarva 18.000 tons av hýsukvotuni.